Tvørabáturin fremstur

Eftir at hava ligið aftast og í aftara enda í fleiri umførum, gjørdi Tvørabáturin bart á Sørvági.

 

Jarnbardur var annars tann, sum fekk besta startin og leingi sá út til, at hann fór at halda hinum bátunum aftanfyri seg, men tað helt ikki tá avtornaði.

 

Helst hevði onkur roknað við, at tað skuldi fara at eydnast onkrum av oddabátunum í FM at fáa Jarnbard aftur, men so var ikki. Ístaðin eydnaðist tað Tvørabátinum, sum lá longst frá bryggjuni, at fáa ferðina upp so mikið, at hann endaði fremstur.

 

Sundabáturin, sum bara hevur verið við seinastu tveir róðrarnar, gjørdist nummar tvey í dag, eins og hann gjørdist á Varmakeldu, og Jarnbardur gjørdist nummar trý.

 

Sølmundur, sum áðrenn róðurin var fremstur í FM-kappingini, gjørdist nummar átta og fekk einki stig, og tí er nú nógv størri spenningur um, hvar meistaraheitið endar.

 

Úrslitið

1. Tvørabáturin 4.39,10

2. Sundabáturin 4.40,14

3. Jarnbardur 4.42,08

4. Rádni 4.42,09

5. Herningur 4.42,21

6. Strálan 4.46,19

7. Gongurólvur 4.47,12

8. Sølmundur 4.48,15

9. Lómur 4.49,06

10. Páll Fangi 4.50,05

11. Riddarin 4.50,12

 

Støðan

1. Sølmundur 32 stig

2. Jarnbardur 31 stig

3. Gongurólvur 28 stig

4. Herningur 23 stig

5. Strálan 14 stig

6. Tvørabáturin 13 stig

7. Sundabáturin 12 stig

8. Rádni 8 stig

9. Riddarin 7 stig

10. Lómur 0 stig

11. Páll Fangi 0 stig