Tvørkirkjulig stuðulskonsert

Leygarkvøldið verður skipað fyri tvørkirkjuligari stuðulskonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum

Í hesum døgum verður skipað fyri innsavnan til fjareystur á ymsan hátt. Og soleiðis verður eisini gjørt í Nes kommunu. Har verður nevniliga skipað fyri tvørkirkjuligari stuðulskonsert leygarkvøldið klokkan 19. Hon verður hildin í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Frá Nebo luttaka bæði barna- og kvinnukór. Missiónshúsið er umboðað av Taborkórinum, Petur Hans og fleiri, og frá samkomum úr Eysturoynni luttekur sangbólkurin SALT. Frá Fríðrikskirkjuni luttekur kirkjukórið.
Marin R. Jacobsen, prestur, fer at prædika, og Símin í Túni fer at greiða frá royndum undir líknandi umstøðum.
Bygdaráðið í Nes kommunu hevur í sambandi við konsertina gjørt av, at lata ein stuðul uppá 10 krónur fyri hvønn borgara til hjálpiarbeiði í teimum vanlukkuraktu økjunum.
Allur peningurin, ið verður latin á stuðulskonsertini, fer óskerdur víðari til Reyða Kross.