Tvøroyrar Kommuna kemur í morgun við einum hjartasuffi. Arbeiðsmenn hjá kommununi hava funnið út av, at onkur hevur verið inni í plantasjuni við Sjúkhúsið við øks og skatt fleiri trø.
- Trøini hava tikið ein mannsaldur at røka støddina, tey hava í dag, men tað tekur bert eina løtu at oyðileggja tey. Trøini eru eitt prýði fyri býin og tvørafólk eru góð við økið, sigur kommunan.
Tvøroyrar Kommuna vísir á, at fólk fegnaðust, tá sjúkrahúsplantasjan fyri nøkrum árum síðani varð fríðkað um við gøtum og benkrum, og tað var Jákup Leo, sáli, ið stóð á odda.
- Nú bar til at spáka sær ein hugnaligan túr í plantasjuni, mitt í býnum, meðan tað áðrenn, nærum var ógjørligt at vinna sær vegin fram, millum tætta vøksturin. Økið er í dag sera nógv nýtt og er nakað, ið fólk hava tikið til sín.
##med2##
Í 2011-12 hendi tað sama, tá umleið 80 trø vórðu skadd. Børkurin varð tikin av fleiri trøum og førdi tað við sær, at fleiri trø doyðu.
- Tað skal vera okkara inniliga áheitan til fólk í nærumhvørvinum og fólk, ið nýta økið, um at boða okkum og/ella løgregluni frá, so vit kunna koma hesum til lívs, áðrenn tað er ov seint, skrivar Tvøroyar Kommuna.