Tvøroyri keypir grót fyri hálvaaðru millión

Fyri at fáa fatur á gróti til havnaútbygging hevur Tvøroyrar Kommuna keypt tvey stór stykki. Annar seljarin er sýslumaðurin og hin er bróðir borgarstjóran

Havnaútbyggingin á Tvøroyri krevur sítt, eisini fyri kommununa. Tvøroyrar Kommuna gjørdi í summar keypsavtalu við tveir privatpersónar í býnum, sum selja kommununi tilsamans góðar 15.000 fermetrar av lendi, ið liggur upp at verandi grótbroti í Froðba.
Fyri kommununa er endamálið at tryggja privata samtakinum við Articon á odda atgongd til grót.
- Ja, kommunan manglaði grót, og tí máttu vit útvega okkum atgongd til grót, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Sambært skjølunum í málinum hevur kommunan tørv á okkurt um 60.000 kubikkmetrum av gróti. Tá málið var uppi í Teknisku nevnd 15. apríl mælti nevndin til at kanna møguleikarnar at fáa fatur á tveimum stykkjum, sum Jaspur Vang og Poul Juul Michelsen eiga, og sum liggja upp at verandi grótbroti í Froðba.
Hóast Poul Juul Michelsen er bróðir borgarstjóran, so er gegnisspurningurin eftir øllum at døma ongantíð uppi og vendir.
Fyri Jaspur Vang er støðan tann, at hann sum sýslumaður eisini er føddur formaður í lokalu friðingarnevndini. Og tí skal hann viðgera málið, um so er at hansara egna stykki skal brúkast til grótbrot.
- Tað metti eg meg ikki kunna, og tí meldaði eg meg ógegnigan, sigur Jaspur Vang, sum tí fekk ein sýslumann norðanfjørðs at taka sær av gegnisspurninginum í friðingarnevndini.
Jaspur Vang hevur áður sitið í Tvøroyrar Býráð, men stillaði ikki uppaftur til kommunuvalið seinast. Leggjast skal afturat, at lokala friðingarnevndin hevði einki at finnast at, og kommunan fekk sítt loyvi at brúka nevndu øki til grótbrot.
Jaspur Vang eigur stykkið nærmast grótbrotið, og hann var áhugaður, tá hann fekk fyrispurningin frá kommununi.
- Ja, eg hevði sum so ikki nakað at brúka lendið til, annað enn til seyð. So tað var áhugavert fyri meg at selja, sigur Jaspur Vang, sum tá avtornaði seldi kommununi 6513 fermetrar av jørð fyri 98 krónur fermeturin.
Ein avtala, sum hevði eitt virði á tilsamans 638.274 krónur.
Hin seljarin, Poul Juul Michelsen, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til sína sølu.
- Eg havi onga viðmerking yvirhøvur. Tosa tú bara við kommununa um hatta har, sigur Poul Juul Michelsen, sum tá avtornaði seldi kommununi 8943 fermetrar av jørð fyri 92 krónur fermetrurin.
Ein avtala, sum hevði eitt virði á tilsamans 822.756 krónur.

Avgerðin
Hóast keypssáttmálarnir binda kommununa fyri tilsamans 1.461.000 krónur, so er viðgerðin av hesum máli serlig. Tað gekk nevniliga skjótt, tá Tvøroyrar Býráð fyrst í juli skuldi fáa handlarnar í hús. 2. juli var fundur í Havnarnevndini, sum mælti til at keypa bæði stykkini. 2. juli var eisini fundur í Teknisku nevnd, umhvørvisnevndini og ferðslunevndini, sum somuleiðis mælti til at keypa bæði stykkini. 3. juli var fundur í Fíggjarnevndini, sum eisini mælti til at keypa bæði stykkini. Og málið var so avgreitt á býráðsfundi 3. juli klokkan 11, tá kommunan samtykti at keypa.
Sjálvur var Kristin Michelsen í feriu um hetta mundið.
- Ja, eg var í feriu í tríggjar vikur, og tí var eg ikki partur av málinum, sigur Kristin Michelsen.
Bjarni Hammer var virkandi borgarstjóri, meðan Kristin Michelsen var í feriu. Og tað var tí hann, sum leiddi fundin.
Kristin Michelsen ásannar tó, at hann hevur havt sín leiklut í málinum um grótið.
- Ja, eg havi sjálvandi verið við í arbeiðnum at loysa spurningin, hvussu kommunan kann fáa fatur á gróti. Men síðani hevur tað verið upp til Teknisku Deild at finna frægastu loysnina, sigur Kristin Michelsen.
Hann dugir ikki at siga, hví málið mátti avgreiðast í skundi fyrst í juli. Ikki annað enn at tað var ein akutt støða fyri kommununa at kunna vísa Articon á, hvar grót kundi útvegast.
Fundurin er ikki lýstur, eins og føstu býráðsfundirnir verða gjørdir í yvirliti á heimasíðuni hjá kommununi. Og fundarfrásøgnin frá býráðsfundinum er heldur ikki almannakunngjørd, eins og aðrar fundarfrásøgnir.
Men sambært Kristin Michelsen var býráðsfundurin 3. juli lýstur á ”Svartutalvu”, sum hongur uppi ymsastaðni í kommununi.

Gegnið
Hóast tað rímuliga tíðliga í tilgongdini var greitt, at kommunan ynskti at keypa grót frá bróðir borgarstjóranum, so fylti gegnisspurningurin lítið og einki í viðgerðini.
Kristin Michelsen vísir á, at hann sum áður nevnt var í feriu, tá málið varð viðgjørt í býráðnum fyrst í juli. Og tí var hann ikki við til at taka avgerðina.
- Men tað er greitt, at var eg heima, so fór eg út av fundinum, meðan keypið varð viðgjørt í býráðnum, sigur Kristin Michelsen ídag.
Borgarstjórin tvíheldur um, at hann hevur ongan aktivan leikut havt í málinum, hóast bróðir hansara stóð til at gera eina søluavtalu við kommununa á meira enn 800.000 krónur. Hinvegin váttar hann, at gegnisspurningurin var ikki partur av viðgerðini í kommununi.

Avtalurnar
Sosialurin hevur fingið innlit í avtalurnar millum Tvøroyrar Kommunu og ávíkavist Jaspur Vang og Poul Juul Michelsen.
Avtalurnar eru sermerktar á tann hátt, at báðir fáa nýtslurætt til tann partin av jørðini, sum kommunan ikki brúkar, næstu 20 árini.
Hóast tað hevði stóran skund at avgreiða sølurnar, tá fyrst í juli mánað, so fella pengarnir ikki til gjaldingar enn. Í avtaluni við Jaspur Vang skal kommunan rinda helvtina beinanvegin og hina helvtina í seinasta lagi 25. januar næsta ár. Í avtaluni við Poul Juul Michelsen fellur helvtin til gjaldingar næsta ár, meðan hin helvtin skal gjaldast honum 25. januar 2015.
Tað tulkar borgarstjórin á Tvøroyri soleiðis, at seljarar hava verið lagaligir.
- Tað mugu sigast at vera lagaligir seljarar, sum ikki krevja pengarnar beinanvegin, sigur Kristin Michelsen.
Borgarstjórin sigur seg ongan trupulleika hava av, at kommunan hevur bundið seg til avtalur fyri 1,5 millión krónur, tær tríggjar vikurnar, hann sjálvur var í feriu.
Búnaðarstovan hevur ásett fastar prísir fyri, hvat landsjørð skal seljast fyri kring landið. Sambært hesum yvirliti skal jørð í Suðuroynni seljast fyri millum 45 og 69 krónur fermeturin, alt eftir hvussu lendið liggur.
Kortini sær borgarstjórin ongan trupulleika í, at kommunan í hesum føri hevur keypt jørð fyri ávíkavist 92 og 98 krónur fermeturin.
- Nei, tað er væl ein samráðingarspurningur, sigur Kristin Michelsen.
Poul Juul Michelsen hevur sum áður nevnt ongar viðmerkingar til málið, men Jaspur Vang váttar, at talan í hansara føri var um ein samráðingarspurning millum seg og kommununa.
Sambært Kristin Michelsen vóru fleiri aðrir møguleikar uppi og vendu, áðrenn avgerðin fall á tey bæði stykkini í Froðba.