Tvøroyri skal verða nummar 1 í Evropa

FRAMKOMIÐ VIRKI Nýggja uppsjóvarvirkið, sum nú verður bygt á Tvøroyri, er eitt hitt størsta í verðini og tað skal skal verða ímillum allarfremsu virki av sínum slagi í Evropa

Áki Bertholdsen

Tað skerst ikki burtur, at tey hugsa stórt á Tvøroyri.
Ney ætla nevniliga, at nýggja uppsjóvarvirkið, sum nú verður bygt á Tvøroyri, skal vera ímillum tey allerfremstu virkini av sínum slagi í Evropa.
Tað staðfesta tey á Varðanum, sum eru drívmegin aftanfyri nýggja uppsjóvarvirkið, sum í hesum døgum verður bygt á Tvøroyri og sum nú av álvara er við at taka skap.
Mikukvøldið varð almennur fundur á Seglloftinum á Tvøroyri, har byggiharrarnir kunnaðu um virki og hvørji útlitini verða, tá ið virkið stendur liðugt.
- Hetta er eitt tað størsta uppsjóvarvirkið í øllum heiminum, staðfesti Arni Carlsen, projektleiðari, tá ið hann greiddi tvørafólki frá virkinum.
- Hetta virkið er áleið tvær ferðir so stórt sum tað størsta uppsjóvarvirkið í Íslandi.
Men hann legði afturat, at tekniska útgerðin er tann fremsta og mest nýmótans, sum yvirhøvur er til.
- Endamálið er, at hetta virkið skal vera fremsta uppsjóvarvirkið í øllum Evropa,
Og ætlanin er at brúka hesi næstu trý árini til at røkka endamálinum.
Hesa fyrstu tíðina er ætlanin at finna fótafestið av álvara og at fáa framleiðsluna í rættlag og at menna framleiðsluna av hjávørum.
Næsta ár og 2014 skulu brúkast til at byggja eina rættiliga søludeild upp og at byggja framleiðsluorkuna út til at klára 1000 tons um dagin.
Og í 2015 er ætlanin, at vøruúrvalið og søludeildin skal verða ment enn meiri og at virkið skal vera ímillum tey allarfremstu hvat fiskiskapi, framleiðlsu og sølu av matvørum úr uppsjóvarfiski viðvíkur.
- Tað er eitt stórt mál at seta sær, men eg ivist ikki í, at tað verður rokkið, sigur Arni Carlsen.

Klárt 1. juli
Ætlanin er, at virkið á Tvøroyri skal verða liðugt 1. juli og tað er onki, sum bendir á, at tann tíðarætlanin ikki fer at halda.
- Vanliga tekur tað hálvtannað ár at byggja eitt virkið, sum hetta, men vit hava skund, so vit noyðast at klára tað upp á eitt hálvt ár, segði hann.
Ein orsøk til, at tað ber til, at byggja so skjótt, er, at sjálvt virkið er longu bygt, tí uppsjóvarvirkið verður í bygninginum hjá gamla flakavirkinum á Tvøroyri, tó at tað verður munandi broytt og bygt út.
- Málið er, at tann 1. juli skal tað vera klárt at taka ímóti fyrstu lastini og tað vænta vit eisini avgjørt, at vit vera, sigur hann.

Liggur sera væl fyri
Menninir á Varðin Pelagic, sum virkið eitur, staðfesta eisini, at eitt slíkt virkið liggur serstakliga væl fyri á Tvøroyri.
- Tað er stytsta leið at sigla av fiskileiðunum og tí kundi tað valla ligið betri, siga teir.
Hóast Varðin eigur fleiri skip, sum fara at avreiða til virkið, verður avgjørt ikki bara dúva upp á tey.
Ætlanin er nevniliga eisini at keypa fisk frá bæði norskum og íslendskum skipum.
- Vit liggja sera væl fyri at keypa fisk frá bæði norskum og íslendskum skipum, tí avreiða tey til okkara, spara tey eina rúgvu av siglingstíð, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.
Og tað liggur væl fyri at taka ímóti fiski, tí framleiðsluorkan er øgilig.
- Í fyrstu syftu hava vit orku at taka ímóti og framleiða 600 tons um dagin, men alt er gjørt klárt til at økja framleiðsluorkuna upp á 1000 tons um dagin.
- Tað klárar neyvan nakað annað uppsjóvarvirki, siga teir.
- Tá ið vit framleiða 1000 tons um dagin, merkir tað, at annanhvønn minutt kemur ein plattur av virkinum og hvørt samdøgur framleiða vit upp í 40 heilar bingjur.
- Eg ivist ikki í, at hetta fer at føra til nógv avleitt virksemi, bæði her á Tvøroyri, men eisini í allari Suðuroynni og annars um alt landið, sigur Arni Carlsen.
Tann velduga framleiðsluorkan ger, at faramskip fer at leggja at á Tvøroyri hvørja viku at avskipa fisk.
Marknaðarlondini eru um allan heimin, bæði í Afrika, Asia, Russlandi og gomlu sovjettisku lýðveldini og ymsa aðrastaðni.
- Es er eitt stórur marknaður, men har er støðan óviss við tað, at vit eru hóttir við boykotti. Tí tora vit fyribils ikki at leggja so stóran dent á tann marknaðin.

Allan uppsjóvarfisk
Summi hava hildið, at talan næstan verður um eitt makrelvirkið burtur av, men tað verður meiri fjøltáttað enn so.
Virkið kann eisini taka ímóti makreli, men tað tekur eisini ímóti øllum øðrum uppsjóvarfiski.
Í veruleikanum verður meiri hugsa um at taka ímóti svartkjafti, tí tær kvoturnar eru uppeftirgangandi ímeðan ongin veit rættiliga, hvussu verður við makrelinum.
- Vit liggja mitt í svartkjaftinum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.
Virkið kann gera aslkyns vørur burtur úr fiskinum, bæði flak, heilfrystan fisk, avhøvdaðan og magadrignan fisk, ella hvat tað skal vera.
Tað ber eisini til, at levera til onnur virki, sum síðani kunnu góðska fiskin og niðursjóða, ella hvat tað skal vera.
Á virkinum verður stórur dentur lagdur á umhvørvi og tískil er stór íløga gjørd í útgerð at reinsa spillvatn og annað frárensl so at tað ikki dálkar fjørðin.
Somuleiðis er dentur lagdur á at brúka so orkusparandi skipanir, sum gjørligt. Eitt nú brúka frystararnir á hesum virkinum helvtina minni orku enn frystarar á øðrum virkjum og allur avlopshitin verður brúktur at hita virkið við, so oljunýtdslan verður næstan ongin.