Tvøroyrar kommuna er nú komin undir skuldarmarkið á eina skattaálíkning eftir at hava fingið góð fíggjarlig úrslit í 2009 og serliga í 2010. Hesi góðu fíggjarúrslitini hava gjørt, at nettoskuldin hjá kommununi er minkað rættiliga nógv, og er kommunan sostatt komin undir tað hægstamarkið fyri skuld, sum ásett er í kommunustýrislógini.
- At Tvøroyrar kommuna er komin undir markið fyri skuld merkir, at kommunan ikki longur nýtist at fáa loyvi frá landsstýrismanninum fyri at upptaka lán, eins og landsstýrismaðurin ikki longur fer at hava heimildir at krevja broytingar í fíggjarætlanum. Við at koma undir álíkningina fær Tvøroyrar kommuna sostatt frælsi at avgera egin fíggjarlig viðurskifti, so leingi hon framhaldandi heldur seg undir markinum í skuld á eina álíkning.
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.
- Einki er yvir at dylja, at tilgongdin at fáa kommununa undir álíkningina hevur verið tung fyri allar partar, men tað er at fegnast um, at komið er á mál. Roknast kann tí við, at fíggjarætlanirnar komandi tíðina fara at hava betri pláss til vælferðarskapandi útreiðslur.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag boðað Tvøroyrar kommunu frá, at ásetingarnar í kommunustýrislógini um serliga fíggjarliga tyngdar kommunur ikki longur eru galdandi fyri Tvøroyrar kommunu.
Tvøroyrar kommuna er fjórða kommunan, sum kemur undir álíkningina í skuld hetta seinasta árið, eftir at Runavíkar, Sunda og Nes kommunur komu undir skuldarmarkið í 2010.