Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nú gjørt av at lata eini ætlan um at stovna eitt Fountain Hús í Føroyum, tvær milliónir krónur í stuðli.
Stuðulin er til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsfremjandi tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar.
Á fíggjarlógini fyri í ár eru tvær milliónir krónur settar av til at skipa eitt arbeiðsfremjandi tilboð við einum Fountain Húsi sum fyrimynd.
- Lýst varð eftir umsóknum í januar, og inn komu tríggjar umsóknir, har bara tann eina varð mett at lúka treytirnar at fáa stuðul, sigur landsstýriskvinnan.
Endamálið við einum Fountain Húsi er at geva fólki við sálartrupulleikum og sálarligum sjúkum før fyri at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum.
- Málið er, at fleiri sálarsjúk fáa eina meiningsfulla tilveru, sum gevur teimum innihald í gerandisdegnum.
Stutttíðarmálið við verkætlanini er at staðfesta tørvin hjá málbólkinum, ynskini hjá arbeiðsmarknaðinum, umframt at kanna, hvør tørvurin er á einum slíkum tilboði.
Langtíðarmálið við verkætlanini er at stovna eitt klubbhús eftir galdandi rættningslinjum, at stovna eitt arbeiðsrættað/arbeiðsmarknaðar tilboð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálartrupulleikar.
Talan er um eina royndarverkætlanini í trý ár, men tað er treytað av, at játtan er á fíggjarlógini í 2015 og 2016 til endamálið, og at verkætlanin annars framhaldandi lýkur treytirnar.
Myndatekstur: Súna Mørk, ytst til vinstru, og Súsanna Winther Poulsen, stigtakarar til Fountain Húsið, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ytst til høgru.