Tvær nýggjar fløgur frá 3?aranum

,

Dánial Hoydal


Lena: Long distance

Ein útgáva við einum bólki, sum rætt og slætt eitur ?Lena? sá dagsins ljós í gjár. Lena Anderssen og Niclas Johannesen, sum eru blivin par bæði so og so, geva hana út. Lena hevur skrivað orðini og Niclas hevur gjørt tónleikin.

Tey bæði hava arbeitt við fløguni í meira enn eitt ár nú við fløguni ?Long Distance? og tey hava havt góð fólk afturat sær. Niclas hevur sjálvur produserað, lagt til rættis og upptikið fløguna. Síðan tóku tey hana við sær til Feedback Studio í Århus at ljóðblanda tónleikin saman við Óla Poulsen.

Annars spæla m.o. Finnur Hansen, Johannus á Rógvu Joensen, Remi Fagereng, Regin Guttesen, Jan Zachariassen og Steve Gadd er eisini at hoyra onkrastaðni á fløguni.

Húsin, sum er rættiliga spennandi í sniði, er komin burturúr einum samstarvi millum Per á Hædd og Edvard Fuglø.

Lena er onkuntíð blivin rópt ?Tað nýggja stjørnuskotið í føroyska tónleikaheiminum? fyri sína frálíku rødd og sermerkta stíl. Og Niclas er kanska besti rokkgittarleikari vit eiga í Føroyum.

Hans Jacob & vinfólk: Country Gospel

Hetta er fyrsta føroyska countryfløgan í ár. Hans Jacob spælir fyri tað mesta kend løg við umsettum føroyskum teksti. Hon er í stóran mun eisini ein gospelfløga, tí innihaldið í tekstunum er religiøst allan vegin ígjøgnum.

Fløgan er upptikin í JacZak-studio í Havn og Bjarki Thomsen hevur tikið sær av ljóðnum saman við Jákupi Zachariassen.

Hans Jacob hevur eisini fingið fínar tónleikarar afturat sær, og fleiri teirra ganga aftur av hinari útgávuni, sum 3´arin gevur út í hesum døgum. Regin Guttesen á Wurlitzer, Remi Fagereng á trummum og Jákup Zachariassen hevur spælt alt møguligt. Mikkjal Joensen á bassi og Niclas Johannesen við gittara hava eisini stuðlað Hans Jacob á onkrum lagi.

Per á Hædd hevur tikið myndirnar og húsan hevur Jákup Zachariassen eisini gjørt á virkinum hjá sær Repro Z.