Tann klassiski Gamli Skúlin
Nú fletting er í nánd verður gott við einari klassiskari klassik frá OY. Løtt og siðbundin øl.
Smakkar eitt lítið sindur av honning, av karamel, av sitrón og við blómusmakki við tí sindri av humlu sum er í ølini.
Gamli Skúlin er 4,6% tappað í dós við 330 ml.
Dámar tær lakress dámar tær Svart Salt.
Ein øl sum má njótast einsamøll – kanska afturvið onkrari kaku.
Hesin nýggi lakress portarin inniheldur salt og lakress.
Sum allir portarar er eisini kaffi, brent sukur, sólber, sukur úr korni, v. m. í ølini.
Svart salt er 5,8% tappað i dós við 330 ml.
Gamli Skúli og Svart Salt fáast í Sjoppuni á OY, í Rúsuni og á skeinkistøðum.