Petur Strøm, Vágur
----
Tað er nógv fyri at hoyra Bjørn Kalsø tosa um trupulleikarnar við kringvarpsgjaldi, á rás2.
Sum fólkapensjónsnistur, kann eg siga honum, at eg og nógvir við mær, gjalda millum 50 og 70% av eini mánaðarløn í kringvarpsgjaldi um árið. Hettar, saman við nógvum øðrum, kann ikki góðtakast í einum demokratiskum samfelag, uttan so at øll onnur skuldi gjalda tað sama í prosentum av eini mánaðarløn. Tá hevði verið nógvur peningur hjá hesum felagi at spælt sær við. Eitt annað er so, at eg síggi ikki sjónvarp Føroya, men álíkavæl má eg gjalda tað sama um árið! Svínarí, ella legalt tjóðarí? Veit ikki!
Eitt annað hjartamál er sjúkatrygging! Fyrr bleiv goldið 120,00 kr. um mánaðin til sjúkrakassan. Men politikararnir billaði okkum inn, at tað vóru nógv sum ikki vildi betala limagjald, og tí mátti mann gera eina sjúkatrygging, so øll skuldi gjalda. Tað skuldi verða bíligari og betur. Nú gjaldi eg 220-230,00 kr. um mánaðin. So hattar var ein stór lygn, ið kann gera meg súran.
Hettar vóru bara nakrir tankar um samfelag okkara!