Til tess at útvega pening til hetta verður skipað fyri serstøkum tiltaki leygarkvøldið: Eini beinleiðis sending úr Lindini og við einum hugnakvøldi í Evangeliihúsinum í Havn.
Endamálið er at útvega stuðlar til í øllum førum tveir sendarar aftrat, ein í Hvalba og ein á Støðlafjalli, soleiðis at fólk við Skálafjørðin kunnu hoyra sendingarnar enn betur. Sendingin byrjar leygarkvøldið kl. 19.
Í løtuni hevur Lindin hesir sendarar: Ein í Suðuroy, Havn, Klaksvík, Sornfelli, Vestmanna og tveir í Vágum. Arbeitt verður haraftrat at seta upp ein sendara í Svínoy og á Eiðiskolli. Peningur er tøkur til hesar báðar sendararnar.