Í nátt vóru tveir dystir á skránni, Uruguay spældi ímóti Ecuador, og Praguay spældi ímóti Quatar.
Uruguay vunni trygd 4-0 ímóti Ecuador. málskjúttarnir vóru Nicholas Lodeiro (6 min) Edison Cavani (33 min) og Luis Suarez (44 min), Arturo Mina gjørdi sjálvmál í (78 min).
Stórar vónir eru til Uruguay hesaferð, og teir vístu í gjár at teir hava eitt krútsterkt lið, ið er væl samanspælt. Uruguay er tað landið ið hevur vunnið Copa Amerika oftast, seinast var í 2011. Teir hava í alt vunnið kappingina 15 ferðir, og møguleikarnir eru góðir fyri at nummar 16 kemur heim hesaferð.
Seinni dysturin í gjár var ímillum Paraguay og Quatar, og ein undirhaldandi dystur endaði við einum javnleiki 2-2. Paraguay komu á odda 2-0 við málum frá Oscar Gardozo (4 min) og Derliz Gonzales (56 min), áðrenn Quatar megnaðu at javna við tveimum skjótum málum frá Almoez Ali (68 min) og Boualem Khoukhi (77 min).
Ongin dystur verður í nátt, men í annaðkvøld eru tveir dystir á skránni.
Tann fyrsti er ímillum Bolivia og Peru kl 22:30, síðan spæla Japan og Chile kl 00:00.