Hondbóltur
Bæði Stjørnan og VB tykjast í ár hava ætlanir um at elta meistararnar úr VÍF, og tey kunnu bæði toga seg eitt fet longur upp á stiganum, tá tær sunudagin skulu royna seg.
Í Havn kemur Stjørnan á vitjan hjá Kyndli, og her er einki at ivast í, at Stjørnan er greiður favorittur. Gaman í stóð Kyndil seg væl í Klaksvík, men umframt at talan tá var um fyrsta dystin á árinum, so vóru klaksvíkingarnir rættiliga skerdar tann dystin, tá fleiri av leikarunum vóru staddar uttanlands. Nú er støðan við fólki heilt øðrvísi. Úrslitini hava eisini verið heilt góð, og sæð í mun til vánaligu gongdina hjá Kyndli, so er einki at ivast í, at Stjørnan er risa stórur favorittur í dystinum sunnudagin.
Sóljan í framgongd
Tað sama má eisini sigast um VB, sum um sama mundi fær vitjan av Sóljuni. Vágagellurnar skulu aftur í ár stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og tó at úrslitini hava boðað frá einari framgongd í ár, sæð í mun til undanfarna ár, so skal tó hampuliga nógv til, um tær skulu skala VB á heimabeiti.