Tveir fingu bót fyri brot á skilhaldsreglur

Løgreglan var stutt fyri midnátt boðsend, tí tveir persónar vóru ólátaðir við eitt skeinkistað

Stutt eftir midnátt vóru boð eftir løgregluni til eitt skeinkistað í Havn. Orsøkin var, at tveir persónar vóru ólátaðir uttan fyri skeinkistaðið.

 

Tað endaði við, at báðir vóru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar, og teir fáa nú hvør sína bót sendandi. Eftir hetta var friður aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Burtursæð frá hesum, so var annars friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.