Tveir høvuðsstaðar - ein veitsla! 

Fríggjakvøldið skipa MFS og Atlantic Airways fyri tiltaki - bæði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Perluni í Tórshavn. 

Fríggjakvøldið 3. februar 2017 skipa MFS og Atlantic Airways fyri spennandi og øðrvísi tiltaki - bæði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Perluni í Tórshavn. 

Endamálið við tiltakinum er at knýta føroysk lesandi í Danmark og Føroyum saman, og hetta verður gjørt við at hava eitt tiltak samsundis við tí heilt serliga táttinum at tónleikaframførslurnar verða stroymaðar beinleiðis millum bæði støðini. 

Í Keypmannahavn spæla Danny & the Veetos og Swangah.

Í Tórshavn spæla Benjamin Rajani, Døgg Nónsgjógv, Elinborg Pálsdóttir, Ragnar Finsson og Hans Andrias Jacobsen. 

Harafturat verða spennandi vinningar burturlutaðir, eitt nú flogferðaseðlar og atgongumerki til konstert við Metallica sum verður í Keypmannahavn! 

Tiltaki er í Perluni í Tórshavn frá kl 21.00-00.00, og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn frá kl 22.00 til 01.00