Tveir mans vórðu í gjárkvøldið fluttir á Suðuroyar Sjúkrahús aftaná eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri.
Tað var um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at tveir mans vóru ákoyrdir á Tvøroyri.
- Báðir vórðu fluttir á sjúkrahúsið, men talan er um ikki álvarsligar skaðar. Annar maðurin varð útskrivaður beinanvegin, meðan hin skuldi liggja náttina yvir, sigur vakthavandi.
Óhappið hendi, tá teir báðir menninir gingu eftir Sjógøtu móti miðbýnum.
- Teir hava verið áhaldsnir og eru dotnir út á vegin, har ein bilur kom koyrandi, sigur vakthavandi.
Bilførarin fekk ongan skaða í samanstoytinum.

Tveir mans árendir á Tvøroyri





