Tveir smáir til ein stóran

Handlarnir Klokkan og SMS-Foto og Fløgur hava nú lagt saman í ein handil, nevndur 3?arin. Tað eru teir báðir, Gissur Patursson og Hans Korsgaard, ið standa fyri handlinum

Gissur Patursson er ein av teimum gomlu rottunum í SMS. Í ikki færri enn 17 ár hevur hann havt sína dagligu gongd har, men tó hevur arbeiðið ikki verið tað sama øll árini.

Gissur var fyrstu mongu árini í LM-handlinum, ið seldi bond, plátur, sjónvørp og steroanlegg. Seinni gjørdist hann ein av stjórunum í SMS. Tað starvið røkti hann í trý ár, til hann fór undir at reka egnan handil, SMS-foto og video.

Hans Korsgaard er ursmiðjur. Hann byrjaði sín handil, Klokkuna, niðri í býnum, men fyri tíggju árum síðani flutti hann niðan í SMS.

Í gjár lótu teir upp nýggjan handil í SMS - nevndur 3?arin. Talan er kortini ikki um ein púra nýggjan handil, men um tveir handalr, ið lagt hava saman.

? Vit hava so nógv felags at selja, eitt nú til brúdleyp, konfirmatiónir o. s. fr. Vit hava myndir og tað, ið hartil hoyrir, meðan Klokkan hevur umframt ur og klokkur prýðislutir, ur og aðrar gávulutir. Vit hildu, at vit eins væl kundu havt allar hesar vørur undir einum taki, sigur Gissur Patursson. Hann leggur afturat, at talan í hesum førum var um tveir handlar, sum ikki kunnu vaksa seg so stórar.

? Tí valdu vit at leggja saman, og á tann hátt fingu vit ein væl størri handil.

Umframt vørurnar, handlarnir hvør í sínum lagi seldu frammanundan, selja teir nú ymsar disignlutir. Á loftinum heldur fløgudeildin til - og hesa deildina hevur Gissur Patursson nógv at greiða frá um.

? Vit hava valt at seta upp eina serliga trygdarskipan, at tryggja okkum móti stuldri av fløgum, greiðir Gissur Patursson frá.

Hendan skipan virkar á sama hátt, sum vit kenna frá klædnahandlum, har tveir boylar standa við útgongdina. Á hvørjari fløgu er kotað inn eitt magnetfelt, sum má avmagnitiserast, áðrenn fløgan fer út millum boylarnar - annars fer alarmurin í gongd.

? Hetta er nýtt fyri kundarnar, men hetta krevur eisini sanniliga nógv meira av okkum sjálvum, sigur Gissur Patursson. Hann sigur, at tey nú mugu læra seg, hvussu tey skulu bera seg at, um so verður, at alarmurin fer í gongd.

? Tað er ikki bara sum at siga tað, sigur hann.

Annars eru eisini stórir og góðir sjónvarpsskíggjar í handlinum, har videoir verða vístar , eins og tað eisini ber til hjá fólki at hoyra nýggjastu fløgurnar við at fáa sær oyrahátalararnar um høvdið, og so trýsta át að lagið, tey nú vilja hoyra. Ljóðgóðskan er av tí allarbesta.

Gissur Patursson og Hans Korsgaard vænta, at bæði teir og ikki minst kundin fáa væl betur burtur úr nú, handlarnir eru lagdir saman - tveir smáir í ein stóran - 3?arin?