Fyrrapartin í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Havn. Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin av viðkomandi.
Í morgun varð aftur ein bilførari steðgaður í Havn, sum løgreglan hevði illgruna um koyrdi ávirkaður.
Annars hevur vikuskiftið verið sera friðarligt hjá løgregluni.
Ovastevnan í Nólsoy er sambært løgregluni óvanliga væl úr hondum greitt sæð við teirra eygum. Eingin fráboðan er komin um ófrið ella onnur mál í sambandi við stevnuna.
Tveir sjúkraflutningar vóru tó úr Nólsoy. Samarittarnir á staðnum tóku sær av hesum og skipaðu fyri sjúkraflutningi í samstarvi við Landssjúkrahúsið.
Eisini býarlívið í Havn hevur verið friðarligt. Sjúkrabilar hava verið úti nakrar ferðir, og løgreglan hevur hjálpt onkrum fullum fólkum heim, men eingi mál eru skrivað í hesum sambandi.
Heldur ikki í Vági, har Ljósfest hevur verið um vikuskiftið, hevur løgreglan fingið nakað mál at taka sær av.










