Á rættarfundinum í Oslo fyrrapartin lat ein illur áhoyrari seg úr øðrum skónum og tveitti hann eftir Anders Behring Breivik. Maðurin rakti ikki Breivik, men Vibeke Hein Bæra, sum er ein av verjunum.
Løgreglumenninir í rættarhølinum lupu alt fyri eitt til og tóku tann illa mannin. Tá løgreglumenninir fóru út við honum, rópti maðurin á enskum "Go to hell, go to hell" og seinni "You, killer". Norsku fjølmiðlarnir skriva, at nakrir av áhoyrarunum klappaðu, tá maðurin tveitti skógvin eftir Breivik.
Dómarin gjørdi av at steðga rættarfundinum, og hann varð tikin uppaftur eina løtu seinni.