Umvhørvisstovan skrivar á heimasíðu sínari, at tey í tilgongdini til eina umhvørvisgóðkenning leggja serligan dent á, at tey evni, ið verða nýtt í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið.
- Aling á sjónum hevur eina ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í samband við impregnering av alinótum. Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregnering við tíðini av og kunnu hópast upp
- Í góðkenningini eru m.a. settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni.