Týskir myndugleikar vátta, at tvey tey fyrstu fólkini eru deyð av coronavirus í Týsklandi. Hesum boðar heilsumálaráðið í Nordrein-Westfalen frá sambært Reuters.
Tað snýr seg um ein persón í býnum Essen og ein annan í Heinsberg, skrivar blaðið Bild.
Teir báðir eru annars ikki fyrstu týskarar, sum eru deyðir av virusinuk. Um vikuskiftið doyði ein 60 ára gamal týskari, sum var og ferðaðist í Egyptalandi. Hann varð innlagdur á eitt sjúkrahús í frítíðarbýnum Hurgbada fríggjadagin og doyði í gjár.
Í Danmark upplýsir Anne-Marie Vangsted, sum er stjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed á tíðindafundi, at seks av teimum 57 smittaðu í Danmark eru innløgd á sjúkrahús.
– Sum heild hava tey tað gott. Vit hava í løtuni seks fólk innløgd á sjúkrahúsi av teimum 57. Mær vitandi er eingin teirra so álvarsliga sjúkur, at tørvur eru á intensivari viðgerð, sigur hon.
/ritzau/