Á ovasta vegi yvir Saltnesi - innast á Høganesvegi - er KBH í holt við randarhús, sum ikki eru við á myndini. Undir vegnum eru eisini sethús í gongd, sum heldur ikki eru við á myndini.

Tvey grundstykki aftrat til íbúðarbygging

- Vit ynskja at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, siga tey í Nes kommunu.

Á ovasta vegi yvir Saltnesi - innast á Høganesvegi - er KBH í holt við randarhús, sum ikki eru við á myndini. Undir vegnum eru eisini sethús í gongd, sum heldur ikki eru við á myndini.

Nógv er bygt í Nes kommunu seinnu árini, og her eru bæði komin støk sethús og íbúðir.

 

Bústaðir hava latið íbúðir byggja, og privatir hava eisini bygt íbúðir, umframt at aðrar verkætlanir eru í gongd í kommununi.

 

Nú lýsir Nes kommuna so aftur tvey grundstykki til íbúðarbygging til sølu. Hesi liggja bæði við Høganesvegin á Toftum og eru ávikavist 1.611 fermetrar og 1.182 fermetrar stór.

 

Eins og í øðrum útbjóðingum, er tað upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

 

Í Nes kommunu siga tey, at grundstykkini, sum tey nú bjóða út, liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál – og ætlað til bygging av íbúðum.

 

- Vit ynskja at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað. At útvega íbúðir er tískil partur av hesi ætlan, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Meira um hesa útbjóðing hjá Nes kommunu, sum hevur innlatingarfreist á miðdegi fríggjadagin hin 17. februar,  kann lesast á www.nes.fo

 

 

 

Á ovasta vegi yvir Saltnesi - innast á Høganesvegi - er KBH í holt við randarhús, sum ikki eru við á myndini. Undir vegnum eru eisini sethús í gongd, sum heldur ikki eru við á myndini.