Í gjár var sum á kalvabaki, sigur løgreglan. Høvuðsvegirnir vórðu saltaðir, men tað var sera hált á síðuvegunum.
Klokkan 15:50 kom ein fráboðan til løgregluna um, at ein bilur var farin á glið í hálkuni í gomlu Hoyvíkini. Hann var farin út av vegnum.
Tað var so hált, at sløkkjuliðið tordi ikki at koma at flyta bilin. Løgreglan sigur tó, at vetrardekkini á bilinum vóru í lagi.
Seinna fráboðanin kom klokkan 20:15 í gjárkvøldið. Talan var um ein bil, sum var farin á glið í Smiðjugerði í Havn. Bilurin gleið og bar við ein annan bil. Einki sást tó á bilunum.
Onkur persónur var eisini gliðin í hálkuni í gjár í Havn, sum ikki kláraði at reisa seg uppaftur. Løgreglan sendi sjúkrabil á staðið, og viðkomandi fór á skaðastovuna.
Í gjár helt onkur seg síggja grind út fyri Áir í Sundalagnum. Tað vísti seg tó at vera nísur.
Í morgun hevur løgreglan verið norðanfyri og kanna skúlavegir. Millum annað varð kannað, um børn og vaksin sótu í trygdarbelti, og um ljós og annað vóru í lagi á bilinum. Í morgun hevði politiið einki at seta fingurin á.