Tvey lið hava annað beini í finaluni

Tríggjar fyrru hálvfinalur í steypakappingini hjá monnum og kvinnum hava verið í vikuni.
Hjá monnum vann StÍF við tveimum málum móti VÍF, meðan KÍF vann stórt móti H71.
Hjá kvinnum vann Neistin við seks málum móti Kyndli. Seinasta hálvfinalan verður leygarkvøldið í Klaksvík millum Stjørnan og VB.

Steypakapping – Fyrra hálvfinala menn: KÍF – H71 29-15(15-10)

KÍF so gott sum tryggjaði sær eitt pláss í finaluni í Coca Cola Cup steypakappingini, tá teir í gjár vunnið við heili 14 málum móti einum tannleysum H71 liðið. Hóast Jacob Jónsson, venjari hjá KÍF, einki vil taka fyri givið, so er tað óhugsandi at KÍF kann tapa ein hondbóltdyst við 14 málum móti einum øðrum føroyskum liðið.
Tað gekk meiri javnt á í fyrra hálvleiki, men KÍF var allatíð ein fet frammanfyri. Hans Eli Sigurbjørnsson var neyvur og skoraði fimm á málum í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki stóð verjumúrurin hjá kollfirðingum ikki til at koppa. Líka mikið hvussu hoyvíkingar royndu, so sluppu teir ikki í gjøgnum. Bogdan Florea, stórskjúttin hjá H71, var skaddur og fekk illa spælt. Tað sást væl aftur á avrikinum hjá honum. Hann fekk bara tvey mál og tey komu bæði upp á brotsskast. Fyri uttan tað, so hevði hann fýra skotroyndir, sum einki mál góvu.
«Eg havi í gull heiðursmerki í hondini og eg taki einki fyri givið, segði Jacob Jónsson eftir dystin. Venjarin var tó fegin um avrikið.
«Hetta var sum at blíva sligin í búkin, staðfesti Rógvi Sørensen, spælfordeilarin H71, og legði afturat at tala var um klassa mun á liðnum.
Tað skal var løgið um KÍF ikki verður at síggja í finaluni í steypakappingini.

KÍF – H71 (29-15(15-10)
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Niclas Selvig 7, Rúni Joensen 6, Tony Weyhe 4, Ási Dam 3, Rógvi Weyhe 2
H71: Hallur Biskopstø 4, Niels Viggo Niclasen 3, Rúni Højgaard 3, Bogdan Florea 2, Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsøe 1

Steypakapping – Fyrra hálvfinala menn: StÍF – VÍF 24-22 (15-10)

Strandingar vóru vónbrotnir eftir sigurin á VÍF í høllini á Skála mikukvøldið. Munurin gjørdist bara tvey mál, eftir at StÍF var á odda við fimm málum í hálvleikinum. Heimaliðið legði bragdliga fyri og var odda frá triðja minutti av.
Tá StÍF í tveimum førum fyri hálvleik økti, so munurin var fimm mál, sá svart út hjá vestmenningum, sum tykjast sum eitt lið, ið ikki er spælt saman enn. Komnir út til seinna hálvleik kom meiri ferð á VÍF liðið. Tíggju minuttir fyri tíð minkaðu teir 19-18, tá teir skoraðu fýra mál upp í slag. StÍF fekk tó fatur á dystinum aftur og tað endaði við, at Sveinur Justinussen eftir deyðbóltsstøðu bankaði bóltin upp í málhornið til 24-22, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Agnar Joensen, striku spælarin hjá VÍF, var fegin um at munurin ikki gjørdist størri enn tvey mál, meðan bakkurin hjá StÍF, Marius Joensen, helt at sigurin var ov lítil.
Sveinur Justinussen mundi verða dagsins spælari, meðan Filip Jojic

StÍF – VÍF 24-22 (15-10)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Allan Norðberg 3, Pætur Joensen 3, Borgar Danielsen 3, Marius Joensen 3, Jógvan G. Joensen 2, Teitur Nilssen 1, Jákup Berthelsen 1
VÍF: Filip Jojic 7, Rasmu Junker 3, Magnus Müller 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Holgar Durhuus 2, Martin Ritto 2, Bárður Brimvík 1

Steypakapping – Fyrra hálvfinala kvinnur: Neistin – Kyndil 27-21 (10-12)

Neistin tykist eisini hava tryggjað sær eitt pláss í finaluni í steypakappingini. Tað sá annars út til, at Kyndil fór at geva teimum skarpan gang. Í hálvleikinum var Kyndil á odda 12-10 og tær tóktust hava rakt dagin.
Tað er fyrr hent, at kvinnurnar hjá Kyndli spæla ein góða hálvleik og ein minni góðan. Hesa ferð var talan kanska líka nógv um, at Neistin tók seg saman í seinna hálvleiki, tí tær eru besta liðið í Føroyum. Tá tær spæla væl, so er ilt hjá nøkrum liðið at standa teimum mát.
Tað gekk bara ein løta av seinna hálvleiki, so var Neistin á odda aftur. Tíverri fyri spenningin, so gjørdist munurin ov stórur móti dystarenda til at Kyndil hevur nakran realistiskan møguleika at innheita leiðsluna hjá Neistanum.
Dysturin var annars hart spældur, tó uttan at verða “unfair”. Tað sást at talan var um eina grannauppgerð har hvørki liðið spardi upp á nakað.
Málverjin hjá Kyndli, Tomma Petersen, fekk ein skaða, tá hon bjargaði einum kanónskoti frá Barbaru Brauer. Hon hevur brotið hondliðið og verður úti í minst seks vikur.

Neistin – Kyndil 27-21 (10-12)
Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun F. Danberg 7, Bára Hansen 3, Nikoletta R, Hansen, Eir Berg 2, Rakul Augustinussen 1(Tvey mál resta í – Ongin dómaraseðil komin)
Kyndil: Simona Iacob 5, Anja Heinadóttir 4, Jórun Ludvig 4, Randi Wardum 3, Bjarta Johansen 2, Anna Brimnes 1, Turið Arge Samuelsen 1, Gurðið Eystberg 1

Steypakapping – Fyrra hálvfinala kvinnur: Stjørnan – VB Leygardagin klokkan 18.00 (Beinleiðis á Rás2)

Stjørnan og VB hava ikki verið eins sterk og tey hava verið okkurt annað árið, men av tí sama, so stendur helst eisini meiri á báðum liðnum tí hetta er møguliga einasti møguleiki fyri at fáa heiðursmerki um hálsin í hesum kappingarárinum.
Síðani 2004 hevur Stjørnan verið í øllum steypafinalunum. Tríggjar ferðir hevur verið móti júst VB. Í 2004 vann VB við einum málið, 20-19, og í 2007 vann Stjørnan 31-28. Liðini møttust eisini í finaluni í fjør Tá vann Stjørnan 27-23.
Søgan sigur tí, at tað helst verður Stjørnan, ið verður omaná, men tað er nógv, sum ikki hevur verið sum tað plagar í Stjørnuni í ár. Tær hava havt stórar trupulleikar í landskappingini, men seinasti dystirnir hava tó bent á, at pílurin peikar rættan veg.