Tvey nýggj starvsfólk á Teknisku deild

Runavíkar kommuna hevur fingið tvey nýggj starvsfólk.

Ann Fuglø er 55 ára gomul og er sett sum byggifrøðingur á Teknisku deild í kommununi.

 

Hon er útbúgvin byggifrøðingur frá Horsens tekniske skole í 1996.

 

Hon hevur yvir 20 ára royndir sum byggifrøðingur bæði í privatu vinnuni og seinast sum tekniskur leiðari í Eiðis kommunu.

 

 

 

Jenny Danielsen er 48 ára gomul og er sett sum samskipari á Teknisku deild.

 

Hon hevur útbúgving sum skrivstovufólk innan almenna fyrisiting. Harumframt hevur hon førleikament seg innan leiðslu og samskifti.

 

Hon kemur úr einum starvi í barnaverndartænastuni við Skálafjørðin seinastu fimm árini, og er eisini eitt kent andlit í kommununi, har hon hevur starvast í 11 ár.

 

Hetta skrivar runavik.fo.