Tvey reyð kort á Skála

Tað er framvegis málleyst á Skála, har B36 vitjar. Síðstu løtuna eru tað tíggju Skála spælarar og tíggju B36 spælarar.

Poul N. Poulsen hjá Skála varð vístur av vølli fyrstu ferð hann eftir innskifting nært við bóltin.

Hetta var eftir samanbrest við B36 málverjan Meinhard Joensen. B36 málverjin hevndi seg, og so noyddist eisini hann av vøllinum.

B36 hevur ongan eykamálverja við inni á Skála. Tí er John Hansen, sum er útispælari settur at verja málið.

Skálamenn royna nú at leggja høgar sendingar inn í B36 brotsteigin, men tað er framvegis málleyst.