Tvey í serflokki

Meistaraheitið til Vágs og silvurið til Vestmanna. Tað var skriftin á vegginum frá fyrsta bríksli hetta kappingarárið, og tað vóru tað heldur ikki so nógv, sum fingu gjørt stórvegis við

Kvinnuhondbóltur

Stigatalavn lýgur ongan tíð verður sagt, og í so máta er kanska ikki tað stóra at tosa um, tá takast skal samanum kappingarárið 2002/2003. VB gjørdust føroyameistarar fyri fyrstu ferð í 53 ár, og hetta var fult og heilt uppiborið. Saman við VÍF, sum í ár mátti taka til takkar við silvurinum, vóru tær í einum flokki fyri seg og tað sigur helst eisini nakað, at tað bert vóru hesi bæði liðini, sum høvdu positivan málmun.
Bronsustríðið var alla tíðina sera hart. Liðini frá nummar trý til seks skiftust alla tíðina um at missa stig, men í seinasta enda vóru tað StÍF, sum vóru tær stinnastu í hesum, meðan Stjørnan, Kyndil og Neistin bara kundu iðra seg um onkur av stigunum, sum vórðu mist á vegnum.
Seinasta plássið fór til Tjaldur, sum ongan tíð veruliga kom fyri seg í kappingini.
Niðanfyri hava vit heilt stutt tikið saman um avrikini hjá teimum sjey liðunum í kappingini.

1 ? VB
Líka so óvæntað tað var, at VB skuldu verða føroyameistarar. Eins uppiborið var gullið, sum var tað fyrsta hjá felagnum í samfull 53 ár.
Longu fyrstu umførini vóru tekin um, at her var okkurt í væntu, og eftir at tær á heimavølli vundu burtur úr fyrrverandi meistarunum úr VÍF, hugdu tær ongan tíð aftur um bak. Steypfinalan varð eisini vunnin, og tá liðið so eisini fekk javnleik í Vestmanna stutt eftir hetta, stóð tað øllum greitt, at nýtt meistaralið var funnið.
Staðfestingin av hesum kom tó frá Stjørnuni, tá hesar púra óvæntað vunnu dystin í Vestmanna, men hetta vikaði tó ikki við gleðina hjá leikarunum um, at tær nú loksins kundu rópa seg meistarar.

2 ? VÍF
Eftir tveir greipusigrar á rað, vóru tvífaldu silvurmerkini hjá VÍF ivaleyst eitt vónbrot, men um so er, so hava tær í stóran mun sær sjálvum at takka fyri, at so er. Tað var sjálvandi ein missur av teimum stóru, tá Ioana Rápa mátti gevast, og hetta viðførdi, at spælið hjá liðnum mátti leggjast nakað um. Hetta var helst eisini orsøkin til, at úrslitini gjøgnum árið vóru nakað svingandi, men tað slepst ikki undan, at ein ávís metta eisini hómaðist á liðnum. Ein metta, sum viðførdi, at leikararnir kanska ikki góvu seg heilt so nógv, tá tað veruliga stóð á móti liðum, sum á pappírinum vóru veikari.

3 ? StÍF
Eftir eitt ár í deildini, har tær eina mest royndu at stabilisera seg, sýndi StÍF í ár, at tær hava eitt av teimum heilt spennandi liðunum í deildini. Við útlendskum leikarum, sum veruliga hava profilerað seg sjálvar, og so fleiri ungum og evnaríkum lokalum kreftum tykist liðið hava nakað veruligt at byggja á. Samstundis tykjast yngru deildirnar hjá felagnum at hava góð úrslit, so eingin ivi tykist vera um, at StÍF væl kann gerast ein maktfaktorur í føroyskum kvinnuhondbólti innan alt ov langa tíð.

4 ? Stjørnan
Var tað óvæntað, at VB gjørdist meistari, so var flotta avrikið hjá Stjørnuni ikki minni óvæntað. Undan kappingini var kreppufundur á skránni, har støða skuldi takast til, hvørt liðið skuldi takast úr kappingini. Ein roynd varð tó gjørd, og neyvan er tað nakar í Klaksvíkini, sum iðrar seg um hetta í dag.
Hóast spælið til tíðir var sera óstøðugt, so var stríðsviljin á liðnum alla tíðina framúr, og fram til tað seinasta vóru tær partur av bronsustríðnum, men har gjørdust tær tó ov stuttar í seinasta enda.

5 ? Kyndil
Eftir fleiri vónbrot skuldi Kyndil veruliga spíla seg í ár, men liðið megnaði ongan tíð av álvara at liva upp til høgu vónirnar. Snøgt sagt, so var spælið hjá liðnum alt ov óstøðugt, og í grundspælinum megnaðu tær millum annað at vinna báðar dystirnar móti VÍF, meðan heimadysturin móti Tjaldri var taptur.
Og spurningurin er so helst, hvussu verður næsta ár hjá liðnum. Verður bulurin á liðnum tann sami, er einki at ivast í, at Kyndil væl kann blanda seg í stríðið um heiðursmerki, men tað krevur størri støðufesti frá liðnum og ikki minst av einstøku leikarunum.

6 ? Neistin
At kvinnurnar hjá Neistanum endaðu árið á einum sætta plássi, man mest sum vera eindømi í søgu felagsins. Undan árinum var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at so skuldi verða, tí hóast nakrir av berandi leikarunum vóru farnar burturfrá, so vóru aðrar komnar í teirra stað.
Drúgvir skaðar hjá fyrst og fremst Jórun Ludvig og Christinu Holm gjørdu tó, at hesar ongan tíð gjørdust tær berandi kreftirnar, sum tað annars var lagt upp til, og so bleiv tað alla tíðina tungt hjá liðnum. Eitt skifti í endaspælinum var liðið eisini í beinleiðis niðurflytingarvanda, men tí gongdini fingu tær tó vent.

7 ? Tjaldur
Runavíkingarnir vóru alla tíðina botnliðið hetta árið. Onkun tíð vóru tekin um, at tær ætlaðu at vinna seg longur upp á talvuni, men tær vóru næstan hvørja ferð ov stuttar, tá tær høvdu møguleikan fyri stigum. Og sum endaspælið leið gjørdist tað alt meira greitt, hvønn vegin tað bar. Leikararnir góvust við at stríðast eins nógv fyri felags søkini, og seinastu dystirnar var talan mest sum hvørja ferð um stórtap.