- Verða Føroyar eitt valdømi fer tað at tvinga nógvar veljarar til at velja ímóti teirra sannføring.
Tað staðfestir Kári Petersen, búskaparfrøðingur og politiskur eygleiðari.
Hann sigur at tað eru rættiliga stórir vansar við at gera Føroyar til eitt valdømi.
Verða Føroyar eitt valdømi, fer tað at vera munandi torførari hjá øllum teimum smáu valdømunum at fáa umboð á Løgting.
- Tað merkir, at vilja sandoyingar, vágafólk, suðuroyingar, norðstreymoyingar og norðoyingar vissa sær umboð á Løgtingi, noyðast allir veljararnir at sláa manngarð um eitt einasta valevni.
Kári Petersen sigur, at skulu sandoyingar vissa sær umboð á Løgtingi við Føroyum sum einum valdømi, noyðast teir at sláa manngarð um Gerhard Lognberg og at velja hann. Gerhard Lognberg varð fyrst valdur í Sandoy á seinasta vali og bara við at allir sandoyingar semjast um at velja hann, hava teir møguleika at fáa umboð á Løgting.
Eisini onnur øki í landinum eru í somu støðu, at tey noyðast at semjast um at savna allar atkvøðurnar um eitt og sama valevni fyri at vissa teirra øki eitt umboð á Løgtingi.
Kári Petersen sigur, at tað eru bara veljararnir í Suðurstreymoy og í Eysturoy, sum sleppa undan hesi knípuni.
Skaðiligt fyri fólkaræðið
Hann heldur, at tað er beinleiðis skaðiligt fyri fólkaræðið, at vit fáa okkum eina valskipan, sum tvingar fólk til at atkvøða ímóti sínari sannføring fyri at tryggja sínum øki umboð á Løgtingi.
Hann sigur, at ein avleiðing av hesum er, at vit fara at atkvøðubýtið ímillum flokkarnar fer at vera nógv skeivari enn tað er nú.
- Vit hava eitt sindur av tí nú, at fólk velja persónligt, heldur enn politiskt. Soleiðis hava ávís valevni av persónligum ávum altíð fingið nakrar atkvøður, sum flokkurin tey umboða, ikki høvdu fingið, tí at veljararnir vilja hava umboð úr sínum øki á Løgting,.
Tað er væl kent, at fuglfirðingar slóu manngarð um Signar á Brúnni tann tíð tað var, tí tað, sum taldi mest, var at fáa fuglfirðing á Løgting. Tað sama gjørdi seg galdandi hjá Jógvan I. Olsen á Toftum og seinast, vit sóu hetta av álvara, var tá ið Kollfirðingar tóku lógvatak saman um Jákup Suna Joensen at vissa sær ein kollfirðing í Tórshavnar Býráð.
- Hesa gongdina fara vit nú eisini at fáa upp í landspolitikk.
- Men gera vit Føroyar til eitt valdømi, fer hetta at sláa ígjøgnum av álvara, tí skulu smærru valdømini hava umboð á Løgtingi, noyðast tey at velja taktiskt og at taka seg saman um eitt valevni.
- Vágum verður ein stórur partur av veljarunum tvingaður at velja skeivt, tí tey vita, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin hava kanska ongan møguleika, so einasti møguleiki at vissa sær umboð á Løgtingi, er at sláa manngarð um antin Marjus Dam ella Jørgen Niclasen. Í Sandoy veit veljarin, at Gerhard Lognberg hevur bestan møguleika at verða valdur, so vilja sandoyingar tryggja sær umboð á Løgtingi, noyðast tey øll at semjast um at velja javnaðarmannin.
- So siga vit tað er ov nógvur lokalpolitikkur á Løgtingi nú, verður tað nógvar ferðir verri, tá ið Føroyar verða eitt valdømi, sigur Kári Petersen.
- Veljararnir fara at verða noyddir at taka púra ósaklig atlit, tá ið teir velja. Ístaðin fyri at velja eftir sínari sannføring, noyðast teir at velja taktiskt fyri at tryggja sínum øki umboð á tingi.
Verða Føroyar eitt valdømi, fara løgtingslimir kanska at føla, at teir standa í størri “skuld” til lokalu veljararnar og noyðast sostatt at føra enn meiri lokalpolitkikk, enn teir eru skuldsettir fyri at gera nú.
Spurningurin er so, hvussu veruleikakent tað er, at veljarar í einum øki kunnu semjast um eitt einstakt valevni?
-Tað er ikki til at siga. Men tað einasta eg veit er, at vilja tey ymsu økini hava umboð á Løgtingi, noyðast tey at gera tað. Tað merkir, at valskipani tvingar veljaran at taka eina avgerð, sum er ódemokratist, tí tey sleppa ikki at atkvøða eftir sínari hugsjón.
Órímiligir fyrimunur
Kári Petersen sær eisini ein annan vansa í at gera Føroyar til eitt valdømi og tað er, at teir løgtingslimir, sum eru nú, fáa ein heilt órímiliga stóran fyrimun.
- Nýggj valevni fara ikki at fáa eitt bein til jørðina, hvussu skilagóð tey so enn eru, tí veljarin noyðist at satsa upp á tey tryggu kortini og tað eru teir løgtingslimirnir, sum longu eru. Teir vita, at atkvøðurnar til eitt nýtt valevni, eru púra farnar fyri skeyti.
- Samstundis verður tað torført at sleppa við ódugnaligar løgtingslimir, tí veljarin fer ikki at tora at skifta út, men følir seg noydd at atkvøða fyri tí trygga.
- Eisini tað er ein bági fyri fólkaræðið, tí tað tekur ein part av dynamikkinum úr politikkinum og forðar fyri, at nýggir politikarar sleppa framat.
- Sum valskipanin er nú, ber tað til at fáa nýggj valevni fram, tó hóast tað ikki fær nóg mikið av atkvøðum, koma atkvøðurnar listanum til góðar kortini og tí eru tað eitt afturstig fyri fólkaræðið, at gera Føroyar til eitt valdømi, sigur Kári Petersen.