Nú samgonguskjalið er alment, er gleðiligt at síggja, at samgongan vil virka fyri, at fleiri velja størv í umsorganar- og røktarøkinum.
Í einum samfelag, har vit gerast eldri og eldri, er tørvurin á politikarum, ið taka ábyrgd, átrokandi. Tí vóna vit, at rundu orðingarnar í samgonguskjalinum verða vekslaðar til konkretar gerðir.
Tað er serliga hugaligt, at fakfeløgini tykjast at vera eitt fokusøki og verða nevnd í fleiri umførum, eitt nú við lyftum um trípartasamstarv, sum hevur verið eitt ítøkiligt ynski frá okkum.
Vit fegnast somuleiðis, at fleiri av okkara ynskjum áðrenn valið, eru vorðin partur av samgonguskjalinum.
Tá vit á heilsu- og umsorganarøkinum ynskja eina stytta arbeiðsviku, so er tað ikki bara tóm orð. Sum er, verður hvílitíðin ikki hildin av fulltíðarstarvsfólki í einari vaktarskipan. Hetta hevur við sær, at okkara limir noyðast at arbeiða niðursetta tíð, har avleiðingin er, at tey forvinna minni til lívsins uppihald.
Tí vóna vit, at heldur runda orðingin: "Í samráðingum við fakfeløg eiga vit at verða opin fyri møguleikanum at stytta arbeiðsvikuna." verður til veruligar broytingar. Hvørki limir okkara ella land og kommuna sum arbeiðsgevarar kunnu liva við, at hvílítiðin ikki kann haldast. Tí er stytta arbeiðsvikan neyðug.
Fyri at tryggja tænastustigið og starvsfólkatrivnaðin, verður miðað eftir størri eindum innan fyri tað almenna. Eitt minstamark eigur at vera sett á talið á starvsfólkum.
Hetta fegnast vit um, tí hetta er í tráð við kunngerðina um sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum sigur nakað um tíðartrýst og arbeiðsbyrðu.
Tað er alneyðugt at tryggja eina vakt, bæði við fakligum førleikum og tíð, sum er neyðugt, fyri at veita eina professionella røkt.
§ 13. Arbeiðið skal í øllum liðum verða lagt til rættis, skipað og útint soleiðis, at tað er trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt bæði yvir styttri og longri tíð, við atliti at stórari arbeiðsbyrðu og tíðartrýsti.
Vit hava leingi havt ynski um ein meira smidligan arbeiðsmarknað, har okkara limir hava møguleika at arbeiða fulla tíð. Tað er tí gleðiligt at tað verður nevnt, at fólk í størri mun skulu hava møguleika at fara upp í arbeiðstíð.
Tað er eisini hugaligt, at samgongan ætlar, at lata skattafrádrátt ella endurgjald fyri limaskap í fakfelag. Hetta taka vit sum eina politiska viðurkenning av týdninginum, ið fakfeløg hava í føroyska samfelagnum og arbeiðsmarknaðinum.
Fyri at tryggja, at lønargjógvin ikki veksur, skulu vit miða eftir, at samráðast í krónum heldur enn í prosentum. Hendan orðingin er heldur óítøkilig, og vóna vit, at samgongan setur út í kortið beinanvegin, hvønn samráðingarleist fakfeløgini skulu nýta, og her skjóti eg upp, at vit øll fara at samráðast í krónum, nøkur ár frameftir, fyri at lønargjógvin ikki heldur áfram at veksa óneyðuga nógv.
Eg fari at ynskja nýggju samgonguni hepna hond og blíðan byr, við vón um gott samstarv við okkum.
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya











