? Við hesum sleppa vit av við skrøninum um, at tað er so dýrt at halda viðlíka BMW-bilar. Okkara prísir á serviceavtaluni eru kappingarførir og kunnu skraddaraseymast til flestu tørvir, sigur Jens Petur Jensen, sum væntar, at nógvir kundar fara at umhugsa eina íløgu í slíka service avtalu.
Hjá BMW eru tríggjar ymsar avtalur at velja í: Tann bíligasta, sum verður nevnd Basic Service Inclusive, er ein avtala um servisueftirlit í ásetta tíðarskeiðnum. Hon kostar 3.861 krónur fyri trý ár og í mesta lagi 60.000 km ? ella svarandi til 6 oyri per kilometur, um tú keypir ein BMW 320i ella 320 d.
Avtalan fevnir um eykalutir og arbeiðsløn til service og skiftan av veskum, tendriproppum og filtrum.
Næsti pakkin eitur Service Inclusive og fevnir umframt tað omanfyri nevnda eisini um bremsur og slit á kobling. Prísurin hækkar tá til 8.197 krónur ella 14 oyru per kilometur. Men Jens Petur Jensen væntar, at flestu BMW-ánarar vilja keypa víðfevndasta avtaluna, sum kallast Service Inclusive + repair. Pakkin, sum kostar 10.453 krónur ella 17 oyru per kilometur og kann siðustillast við leingjan av garaninum pluss fulla servisering av bilinum. Dekkini eru tó undantikin í avtalunum.
Finnur tú upp á at broyta avtaluna til at fevna um meira, skalt tú einans gjalda munin millum báðar pakkarnar.
Eitt annað dømi er BMW X5 3,0 diesel, sum er ein populerur fýrahjólstrekkjari, sum vanliga verður sagdur at vera dýrur at halda koyrandi. Kortini kosta trý ár við 100.000 kilometrum einans 25.000 krónur fyri tann mest umfatandi servicepakkan.
Allar avtalurnar kunnu fáast upp til seks ár og 150.000 km.
? Við slíkum avtalum skuldu einastu útreiðslurnar av bilinum verið at goldið brennievni, vegskatt og trygging, sigur Jens Petur Jensen.
? Selur tú t. d. ein fýra ára gamlan bil við eini seks ára service-avtalu, sohevur bilurin í veruleikanum tvey ára garanti efitr ? og tað økir um søluvirðið á bilinum, sigur Jens Petur Jensen.
Seinasta servicekonseptið hjá BMW er ment av verksmiðjuni í München og fylgir bilinum, so ein komandi ánari tekur yvir restina av avtaluni, sum kann víðkast ella leingjast, um hann ynskir tað.
Royndir úr Stórabretlandi, sum er frammalaga viðvíkjandi serviceavtalum, vísa, at brúktbilaprísurin hækkar, um bilurin hevur slíka avtalu. Men avtalan kann eisini keypast, um tú gert íløgu í ein brúktan BMW.
Avtalan verður gjørd millum BMW og bilin, og hon er eisini galdandi uttanlands, um tað passar soleiðis, at service-eftirlitið t. d. við 30.000 skal gerast, tá familjan er á feriu í t. d. Italia...