Talan var um eina kvinnu, sum varð dottin umleið ein kilometur frá bygdini. Hon hevði helst brotið beinið og megnaði ikki at ganga omanaftur sjálv. Tí varð tyrlan send eftir henni og flutti hana á Landssjúkrahúsið.
Eitt ferðsluóhapp var í rundkoyringini við Vesturkirkjuna í Havn. Har tók ein bilur í bilin, sum koyrdi frammanfyri. Har var eitt sindur av materiellum skaða, men eingin fólkaskaði. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at bilførarin á bilinum, sum rendi á, verður skuldsettur fyri brot á víkiskylduna.











