Tyrlan bjargaði manni av fimmmannafari

Seinnapartin í gjár bjargaði tyrlan hjá Atlantic Airways einum 80 ára gomlum manni, sum var komin illa fyri í einum fimmmannafari í Djúpunum

MRCC boðsendi bjarg­ing­ar­tyrl­uni hjá Atlantic Airways kl. 15.00 at koma einum fimm­manna­fari til hjálpar, sum hevði fingið motorstopp og rak í Djúpunum út fyri Gjógv.

Umborð á bátinum var ein 80 ára gamal maður. Fólk á landi hvødu varnast, at okk­urt var áfatt, tá fimm­mann­a­far­ið við gamla manninum kom rekandi fram við Gjógv.

Tyrlan fór úr Vágum klokk­an 15.19 og kom klokkan 15.38 til bátin, sum tá rak út fyri Rif­tanga. Mað­ur­in um­borð sat tá við ár­ar­nar. Tað var nógv­ur vind­ur – í hvirl­u­num upp í 35 metur sek­und­ið – og sjey metur høg alda. Bát­ur­in lá soleiðis fyri, at nógvi vind­ur­in elvdi til turbulens, og tí var torført hjá tyrluni at koma til hjálpar. Tað eydn­að­ist kort­ini at seta bjarg­ing­ar­mann­in um­borð á fimm­manna­farið. Meðan bjarg­ing­ar­mað­urin var um­borð, fekk fimm­manna­far­ið ein sjógv, men báðir menninir vóru í øll­um góðum lyftir um­borð á tyrluna.

Tyrlan setti síðani kós móti Klaksvík, har hon setti seg klokkan 15.53, og mað­ur­in varð fluttur á sjúkr­a­hús. Tyrl­an fór síðani aft­ur á stað­ið at hjálpa bjarg­in­g­ar­bát­i­num »Ziska« at finna fimm­mann­a­far­ið. Tyrl­an kom fram á bát­in, sum tá var rik­in nak­að vestur í hav.