Týski varakanslarin stuðlar Grønlandi undan vitjan í Washington

Ein talsmaður fyri týska ráðharran hevur váttað, at ráðharrin fer at umrøða Grønland á vitjan í Washington.

Týski varakanslarin og fíggjarmálaráðharrin, Lars Klingbeil, legði í dag dent á, áðrenn hann fór til Washington, at USA skal virða altjóðarætt og økisrætt.

– Tað er einans upp til Danmark og Grønland at avgera framtíðina hjá Grønlandi, sigur Klingbeil, sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Klingbeil fer saman við einum hópi av øðrum fíggjarmálaráðharrum til USA at umrøða atgongdina til kritiskar rávørur.

Ein talsmaður fyri týska fíggjarmálaráðið váttaði fríggjadagin, at ráðharrin eisini fer at umrøða Grønland við síðuna av fundinum.

– Vit styrkja trygdina í Arktis saman sum NATO-sameindum. Ikki í andstøðu til hvønn annan, sigur Klingbeil við dpa.

 

/Ritzau/