Føroyska U-17 landsliðið í flogbólt hjá gentum vann í gjár landsdystin ímóti Danmark 3-2.
Føroyska U-17 landsliðið í flogbólt hjá gentum, sum í hesum døgum er í Finnlandi , har tær kappast um Norðurlendska Meistaraheitið, vann í gjár landsdystin ímóti Danmark 3-2.
Føroysku flogbóltgenturnar komu afturút 2-0 í settum tá tær taptu tvey tey fyrstu settini 25-17 og 25-17.
Men føroysku genturnar komu rættuliga fyri seg í triðja og fjórða setti, sum tær vunnu ávikavist 25-25 og 25-16.
Fimta og avgerðandi settið gjørdist sum tann besti ræðufilmurin, men føroysku U-17 flogbóltsgenturnar vunnu 15-13 og harvið dystin 3-2 á danska landsliðnum.
Føroysku flogbóltsgenturnar spæla í dag ímóti Íslandi.
Eisini U-17 dreingirnir leiktu landsdyst í gjár, men teir taptu 3-0 ímóti finska liðnum, sum er tað sterkasta í kappingini. Eisini teir spæla ímóti Íslandi í dag.
Liðini verða aftur í Føroyum mánadagin.