U-17 til Noregs

Venjarin hjá U-17 landsliðnum, Bill McLeod Jacobsen, hevur sent boð eftir átjan spælarum, nú landsliðið skal luttaka í NM í Noregi komandi dagarnar.
Ferðalagið fer avstað úr Vágunum leygardagin 26. juli og kemur aftur til Føroyar tann 4. august.
Føroyska liðið skal spæla fýra dystir. Tríggjar dystir í bólkaspælinum og síðani ein plaseringsdyst.
Fyrsti dysturin er týsdagin 29. juli ímóti Skotlandi, og dagin eftir skal føroyska liðið møta Svøríki. Síðsti dysturin í bólkaspælinum verður fríggjadagin 1. august ímóti Finnlandi. Sunnudagin verður plaseringsdysturin leiktur.
Hesir leikarar eru úttiknir: Bárður Mittelstein, Poul Thomas Dam, Christian R. Mouritsen, Pætur T. Jørgensen, Ólavur í Ólavsstovu og Tróndur Kragesteen úr HB. Jóhan Davidsen og Einar Hansen úr NSÍ. Borgar Kristiansen úr Skála. Urbanus Olsen og Kristoffur Jacobsen úr KÍ. Jóhan V. Gunnarsson og Ásbjørn V. Gunnarsson úr B36. Jón Krosslág úr VB. Sam Jacobsen og Per Jacobsen úr GÍ. Andreas Lava Olsen og Rógvi Ryggshamar úr ÍF.
Bill McLeod Jacobsen er venjari, og hjálparvenjari er Heðin Askham. Liðleiðari er Rúni Heinesen og Fanny Kruse er fysioterapeutur.