Føroyska U-19 landsliðið skal á heimavølli taka ímóti trimum londum, ið skulu dystast um at koma víðari til EM-endaspælið komandi summar. Mótstøðuliðini vera Grikkaland, Ungarn og Wales.
? Grikkaland plagar at hava rættiliga sterk ungdómslandslið, og tí eru teir helst favorittar í hesum bólkinum, sigur Pætur Clementsen, hjálparvenjari á U-19 landsliðnum. Hinvegin vita vit ikki so nógv um Ungarn frammanundan kappingini. Wales plagar minna nógv um England í spælistíli.
Tríggjar venjingarlegur
? Vit fara savna hópin á venjingarlegum trý tey komandi vikuskiftini, og tá fara vit at hava at kalla allan hópin savnaðan. Tað hevur verið sera torført at savna allar leikararnar samstundis, av tí at teir spæla í rættiliga ymiskum deildum í Føroyum, sigur hjálparvenjarin.
Higartil hava venjararnir ongantíð havt allan hópin savnaðan samstundis av hesi somu orsøk, men nú er tann endaligi hópurin úttikin.
Tríggir av leikarunum spæla í Frem í Danmark, og tveir teirra koma heim til venjingarlegurnar.
Hesir leikarar manna U-19 landsliðið: Svenn Jacobsen, Poul T. Dam, Páll Mohr Joensen, John Eivind Restorff Mouritsen og Emil Nolsøe Leivsson úr HB. Tórður Thomsen úr NSÍ. Fritleif í Lambanum úr ÍF. Jóhan Petur Poulsen og Ovi Magnussen úr B68. Arnbjørn Theodor Hansen úr EB/Streymi. Poul N. Poulsen úr VB. Julian Samuelsen úr KÍ. Jónas Tór Næs, Gunnar Nielsen og Bogi Hermansen úr Frem.