U15: Áki Samuelsen átti ljóspunktið

U15 landsliðið hjá dreingjum fekk oyrini í Vejle-maskinuna

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í Esbjerg Elite Cup 2017. Úrslitið gjørdist 5-1 til Vejle BK. Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, tá føroyska U15-landsliðið við dreingjum spældi næsta dystin í Esbjerg Elite Cup, sum í hesum døgum er á skránni í Esbjerg. Úrslitið gjørdist 5-1 til Vejle BK, eftir 1-1 í hálvleikinum.

 

Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Áki Samuelsen beint fyri hálvleik. Hann fekk bóltin mitt á vøllinum og sett ferð á frameftir. Staddur beint uttanfyri brotsteigin langaði hann til við vinstra beini, og bólturin reyk upp í trý-kantin. Eitt gott mál, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Áki er sonur Eyðun og Hildur Samuelsen. Eyðun Samuelsen spældi fleiri ár í álopinum hjá HB, so evnini at skjóta mál koma ikki av ongum. Eyðun Samuelsen hevur seinni árini gjørt um seg sum altjóða hondbóltsdómari.

 

Triðji og seinasti dystur í bólkaspælinum verður spældur í dag, og tá vera mótstøðumenninir úr Lyngby BK.