Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti í dag 3-0 fyri Svøriki í NM-kappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum. Úrslitið merkir, at Føroyar enda á 6.plássi av átta. Svenski sigurin var fult uppiborin, men venjarin hjá Føroyum er ikki heilt ónøgdur.
- Tað merkist væl, at hetta er fjórði dysturin upp á eina lítla viku. Vit hava ikki eins breiðan hóp og Svøríki, so teir vóru væl betri fyri enn okkara spælarar. Eg vil gjarna rósa spælarunum í dag, fyri at stríðast væl, men Svøriki er sterk mótstøða. Faktist skilji eg ikki ordiliga, at teir spæla um 5. og 6. plássið, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.
Fleiri broytingar vóru á liðnum í dag. Tað sást aftur, tá okkara skuldu halda fast í bóltinum, men í verjustøðu ber illa til at seta nakran fingur á stríðshugan og evnini at standa rætt.
Svøríki kemur á odda miðskeiðis í fyrra hálvleik, tá Jesper Carstrom smekkar bóltin upp í málhornið. Eitt vakurt mál. Stutt fyri hálvleik blívur 2-0, tá Niclas Bergmark stútar eitt hornaspark í málið.
Í seinna hálvleiki ger føroyska liðið fleiri broytingar. Ein løtu er liðið betri við í dystinum, men tað eru aftur svenskarar, ið skora málið. Isk Jansson kemur at standa leysur í fimm-metrinum, eftir at Dánjal Davidsen hevur bjargað.
Tíggju minuttir fyri tíð, bleiv innskiftið Kristian Krogh Hentze útvístur, eftir at hava fingið tvey gul kort. Seinastu løtuna hendir ikki so nógv og Svøríki vinnur dystin um 5.pláss 3-0. Føroyar tapt 2-1 fyri Íslandi og 2-0 fyri Norge, meðan vit stjólu okkum ein 1-1 javnleik móti Kina. Venjarin er nøgdur.
- Vit kunnu gleðast um avrikini móti Íslandi og Norge, meðan vit kunnu fegnast um úrslitið móti Kina. Hetta er bara triðju ferð, at eitt føroyskt lið spælir um annað enn aftasta og næstaftasta pláss í plaseringsdystunum, sigur Áki Johansen á enda.
Føroyar – Svøríki 3-0 (2-0)
1-0 Jesper Carstrom
2-0 Niclas Bergmark
3-0 Isk Jansson