U17 kvinnurnar vunnu á Georgia

Brá Zachariasardóttir gjørdist stóra hetjan við tveimum málum tá føroysku U17-kvinnurnar vunnu á Georgia á Tórsvølli

Mynd: FSF

Hetta hava verið tveir góðir dagar hjá føroyskum landsliðsfótbólti.

 

Ígjár vunnu U17-dreingirnir 4-0 á Gibraltar í menningarkapping í Gibraltar, og í dag kom enn ein føroyskur landsliðssigur til høldar.

 

Í dag eydnaðist tað føroysku U17-kvinnunum at vinna EM-undankappingardystin móti Georgia á Tórsvølli.

 

Føroysku kvinnurnar vunnu 2-0. Stóra hetjan gjørdist Brá Zakarisardóttir, ið skoraði bæði málini.

 

Brá legði Føroyar á odda 1-0 tá 67 minuttir vóru leiktir. Eydna Dalheim átti uppleggið til málið. Tá 87 minuttir vóru leiktir økti Brá til 2-0. Hesaferð var tað Helga Mikkelsen, ið átti uppleggið.

 

Í sama bólki vann Rumenia 2-0 (1-0) á Lettlandi.

 

Støðan í EM-undankappingarbólki 3 er tann, at Rumenia hevur seks stig, Føroyar og Lettland hava trý stig, og aftast er Georgia við ongum stigi.

 

Leygardagin klokkan 17 spæla Føroyar og Rumenia á Tórsvølli. Somu klokkutíð spæla Lettland og Georgia á ovara vølli í Gundadali.

 

Vinnarin av bólkinum vinnur seg víðari í EM-kappingini, meðan bert tann besti av seks tveyarum í teimum seks undankappingarbólkunum vinnur seg víðari í EM-kappingini. Tí verður tað torført hjá Føroyum at vinna seg víðari, men okkara U17-kvinnur fara sjálvandi eftir møguleikanum. 

 

Hesar byrjaðu inni fyri Føroyar: Ingrið Berg Rasmussen - Sólja Vinjardsdóttir Johansen, Marta Østerø, Leona Kjærbæk Djurhuus, Helga Mikkelsen - Sofía Ejdesgaard Hansen, Jakobina Bergsdóttir - Eydna Olsen Dalheim, Silja Ragnarsdóttir Trier, Halla Morgan Ejdesgaard - Brá Zakariasardóttir.

 

 

 

 

 

Mynd: FSF