U17-landsliðið tapti fyri Onglandi

Føroyar-Ongland 1-3 (17-25, 15-25, 25-20, 20-25)

 

Føroyska U17-kvinnulandsliðið, sum í hesum døgum er til norðureuropeisku meistarakappingina, NEVZA Championship 2009, sum er í Danmark, tapti fyrrapartin annan dystin í kappingini, og sostatt reyk møguleikin fyri at koma í hálvfinaluna.

 

Føroyar taptu í gjár fyrsta dystin ímóti Finnlandi, ið vanliga er nógv sterkasta norðurlandið í flogbóltshøpi. Finnland vann 3-0, og settúrslitini vóru 25-9, 25-11 og 25-11, og tað var serliga í móttøkunum, at einki bar til hjá Føroyum.

 

Kortini vóru ávísar vónir undan dystinum ímóti Onglandi, men tað vísti seg fyrrapartin, at tað ikki eydnaðist at gera nakað við ensku kvinnurnar, ið vunnu tvey tey fyrstu settini, áðrenn Føroyar svaraðu aftur. Men Ongland tók síðani fjórða sett, og so var liðugt.

 

Úrslitið merkir, at føroyska U17-kvinnulandsliðið í morginári klokkan átta skal spæla um fimta pláss ímóti Íslandi, sum gjørdist nummar trý í hinum innleiðandi bólkinum. Føroyar og Ísland eru ofta nokk so jøvn, so kanska tað verður í hesum dystinum, at eitt gott úrslit kemur hesa ferð.