U17 løgdu frá landi í European Open við sigri á Finnlandi

Føroyska U17 manslandsliðið í hondbólti vann 14-12 á Finnlandi

Mynd: HSF

Føroyska U17 manslandsliðið í hondbólti leikti fyrsta dystin í European Open kappingini í Göteborg fyrrapartin í dag.

 

Føroyar vunnu 14-12 á Finnlandi. Í steðginum vóru Føroyar á odda 8-3.

 

Jákup Egholm og Magnus Árason skutu fimm mál hvør. 

 

Klokkan 14.30 spæla Føroyar móti Niðurlondum.

 

Føroyar-Finnland 14-12 (8-3) 

 

Føroyar: Jákup Egholm 5, Magnus Árason 5, Rúnar Hammer 1, Fríði Holm í Innistovu 1, Filip Haldansen 1, Bjarni Gunnarsson Jacobsen. 

 

 

 

Mynd: HSF