Maðurin, sum hevur fingið liðskiparabandið til EM endaspælið er 17 ára gamli Bárður á Reynatrøð. Hann býr í Leivík og spælir við Víkingi, har hann er annar málverji eftir Elias Rasmussen. Annars spælir annars við 1.deildar liðnum hjá felagnum. Hann heldur, at spælararnir mugu taka hetta sum eina uppliving.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg haldi ikki vit ordiliga hava fatað, at vit eru til EM endaspælið, men nú byrjar tað so smátt at ganga upp fyri okkum. Higartil hevur tað verið eitt sindur øðrvísi. Tá vit skulu venja, so koyrir altíð ein politimotorsúkkla frammanfyri og politiið er til venjingina eisini. Hetta er stuttligt og tú mást bara taka tað sum eina uppliving, so fáa vit at síggja hvussu tað gongur. Vit fara hvørtfall inn fyri at vinna, sigur Bárður á Reynatrøð.
Hann er ein av trimum málverjum í hópinum. Teir venja ein part fyri seg sjálvar, og onkuntíð verður tikið til, at málverjar eru eitt sindur serligir. Málverjin úr Leirvík er ikki heilt samdur.
- Eg veit ikki um vit málverjar eru serligir. Eg og Bjarti Vitalis Mørk (HB) hava verið við fleiri ferðir og vit hava tað stuttligt saman. Nú er so ein nýggjur málverji komin við, sum eitur Peter Bergman Hansen (Kerteminde, dk). Hann sær út til at verða góður. Vit hava tað stuttligt saman, men eg veit ikki um vit eru so øðrvísi, sigur Bárður á Reynatrøð.
Dysturin í morgin verður uttan málverjan, tí hann hevur leikbann. Bárður á Reynatrøð hevur fingið liðskiparabandið, eftir at tað bleiv greitt at Fróði Rasmussen úr B36 ikki bleiv tøkur. Hann hevur annars verið liðskipari. Mikudagin er fyrsti dysturin á skránni, og hann er móti Skotlandi.
- Skotar ganga á hotellinum og síggja bæði stórir og sterkir út, við skegg og tatoveringum. Teir síggja góðir út, men vit hava eisini ein góðan árgang. Um tú hyggur eftir hópinum, so haldi eg ikki at Skotland er ein ov stór uppgáva fyri okkum. Vit hava vunnið á Kekkia og Slovakia og øðrum tjóðum, sigur Bárður á Reynatrøð.
Hann leggur afturat, at teir ætla sær at spæla fyri at vinna EM. Líka mikið hvussu órealistiskt tað ljóðar. Rás2 sigur beinleiðis frá U17 landsdystinum móti Skotlandi, sum verður mikudagin klokkan 11.