Føroyska U17-landsliðið luttekur í hesum døgum í norðurlendsku kappingini, sum í ár fer fram í Akureyri og grannabýunum har. Fyrsti dysturin hjá føringum var seinnapartin í gjár ímóti Onglandi, sum vanliga er gestur í hesi kappingini.
Úrslitið gjørdist 4-0 til Ongland eftir hálvleikstøðuna 2-0. Í mun til undanfarnu dystir ímóti Onglandi, er hetta eitt rímuliga gott úrslit. Áðrenn Ongland fekk sítt fyrsta mál, var ein føroyskur leikari púra einsamallur við enska málverjanum, sum meistarliga bjargaði skotinum. Seinni í fyrra hálvleiki var eisini ein annar góður málmøguleiki.
Í dag kl. 14 er næsti dysturin hjá føroyska liðnum. Hann verður leiktur í Sauðárkróki ímóti Íslandi.
Teir fyrstu ellivu ímóti Onglandi vóru: ?Elias Rasmussen, Víkingur, Karl Martin Danielsen, B36, Poul N. Mikkelsen, KÍ, Teitur Olsen, TB-Royn?Jón Áki Jacobsen, FC-Suðuroy, Haraldur R. Højgaard, B68, Brandur Olsen, B71, Hákun Edmundsson, B68, Poul Ingason, TB-Royn, Sigurd Poulsen, B36 og Rasmus Dan Sørensen, B36. Eivind Sørensen, KÍ, Tórur Justesen, KÍ, Jógvan A. á Lag Jacobsen, FC-København, Tóri Rasmussen, HB, John Fredriksen, FC-Midtjylland og Johannis Hansen, EB-Streymur komu allir inn í seinna hálvleiki. Fríði Sigurðsson, KÍ er eyka málverji á U17-liðnum.