U17 skal til Rumenia

Í dag, mikudag 3. desember, var lutakast á UEFA høvuðsborgini í Nyon í Sveis til EM-undankappingina fyri U17 manslandslið komandi heyst. Lutakastið gjørdi ikki uppgávuna lættari fyri føroyska U17 liðið, tí tað kom í bólk við Spania, ið varð styrkismett sum tað sterkasta av øllum londunum. Hini bæði londini í føroyska bólkinum eru Rumenia og Litava. Londini komu ásamt um at spæla dystirnar í Rumenia. Dystirnir verða spældir 16., 18. og 21. oktober 2009.