U17 til EM: Her er liðið

Søguliga U17 landsliðið til dystin móti Skotlandi er sett

Áki Johansen og Pól F. Joensen hava sett liðið, sum skal takast við Skotland í dag. Tað eru onkrar broytingar á liðnum í mun til hinar undankappingarnar. Tað hava eisini verið nøkur ivamál dystinum.

 

Andrias Edmundsson er fluttur av vinstra bakkinum og inn í miðverjuna, meðan Sjúrður Pauli Nielsen kemur inn á vinstra bakkin. Hann er sterkur í ein til ein tvídystirnar, og har eru skotar sterkir í dag.

 

Á miðjuni er ongin Magnus Holm Jacobsen, tí hann hevur leikbann. Her spæla Elias El Moustage og Sølvi Sigvardsen. Símun Sólheim og Hanus Sørensen taka hvørson vong, meðan Stefan Radosavljevic og Steffan Løkin eru okkara fremst í dag.

 

Dysturin byrjan klokkan 11 føroyska tíð. Arbeitt verður við at fáa stroymingina at rigga, meðan Rás2 sigur frá dystinum.

 

Bjarti V. Mørk – Asbjørn Heðinsson, Dann Fróðason, Andrias Edmundsson, Sjúrður Pauli Nielsen – Elias El Moustage, Sølvi Sigvardsen – Símun Sólheim, Stefan Radosavljevic, Hanus Sørensen – Steffan Løkin