Áki Johansen og Pól F. Joensen, venjarar hjá U17 landsliðnum, hava sett liðið til dystin móti Fraklandi. Fleiri broytingar eru á liðnum.
Asbjørn Heðinsson úr 07 Vestur bleiv útvístur í 2-0 tapinum fyri Skotlandi. Tí hevur hann leikbann. Steffan A. Løkin úr NSÍ hevur trupulleikar við stórutá og tað er enn óvist, um hann kann spæla ein leiklut. Hann byrjar á bonkinum,
Bæði málverjin, Bárður á Reynatrøð úr Víkingi, og miðvallarin úr B36, Magnus Holm Jacobsen, eru við eftir at hava sitið fyrsta dystin yvir við leikbanni og byrja inni. Tórur Jacobsen úr KÍ sat eisini yvir í fyrsta dystinum við skaða, men spælir frá byrjan í dag.
Bárður á Reynatrøð verður millum stengurnar, meðan Sølvi Sigvardsen úr NSÍ verður fluttur frá miðvøllinum og aftur á høgra bakk fyri Asbjørn Heðinsson. Nýggjur á miðjuni verður Magnus Holm Jacobsen, saman við Elias El Moustage.
Símun Sólheim úr HB verður fluttur av vonginum og inn á framrættaða miðvøllin, so at Stefan Radosavljevic úr TB/FCS/Royn verður fluttur fram í álopið. Síðani kemur Tórur Jacobsen inn á vinstra vongin, meðan Hanus Sørensen er á hinum vonginum.
Føroyar: (4-2-3-1)
Bárður á Reynatrøð – Sølvi Sigvardsen, Dann Fróðason, Andrias Edmundsson, Sjúrður Pauli Nielsen – Magnus H. Jacobsen, Elias El Moustage – Hanus Sørensen, Símun Sólheim, Tórur Jacobsen – Stefan Radosavljevic
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Áka Johansen greiða frá.