U18-dreingirnir reistu seg aftur við stórsigri

Føroyar vunnu greiðan sigur á Estlandi

Føroyar - Estland 31-21 (10-6)

Eftir vónbrótandi tapi fyri Luksemburg í gjár, skuldi føroyska U18-landsliðið reisa seg aftur í dag móti Estlandi.

Frá fyrsta bríksli sást eisini eitt sera tendrað føroyskt lið við eini sterkari verju framman fyri Paula Jacobsen í málinum, ið bjargaði øllum royndum fyrstu løtuna. Tað gingu níggju minuttir áðrenn estar fingu sítt fyrsta mál, tá ið støðan gjørdist 5-1 til Føroyar.

Síðani steðgaði álopið hjá Føroyum nakað upp, og farið var til hálvleiks við støðuni 10-6 til Føroyar, og ein kundi iðra seg um at munurin ikki var størri.

Men føroyingarnir løgdu aftur sterkt út í seinna hálvleiki, og eftir lítlari løtu var støðan 14-7. Síðani øktist munurin upp í eini tíggju mál, og hesin munurin helt sær allan dystin. Høvi var seinastu løtuna at skifta nógv út, og innskiftu leikararnir gjørdu tað eins væl.

Endin var at Føroyar vunnu 31-21 eftir eitt sera gott avrik.

Pauli Jacobsen var valdur til dagsins leikara.

Føroysku dreingirnir skulu royna at finna eitt eins gott avrik fram mánamorgunin klokkan 10. Tá skulu teir royna seg móti Makedonia, ið væntandi verður væl sterkari mótstøðulið.

Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:

Hákun West av Teigum 7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 6, Sakaris Aniano Sakarisson 6, Pauli Mittún 4, Heini á Heygum 3, Dánjal Ragnarsson 2, Bogi Hansen 1, Julian Kragesteen 1, Ivan Mrdalo 1