U19 gentur: Hesar 20 eru boðsendar

Hópurin til vinardystirnar móti Estlandi 1. og 3. september er nú úttikin

Malena Olsen úr KÍ er millum tær 20 útvaldu til vinardystirnar móti Estlandi í september - Mynd: Savnsmynd

U19 landsliðið við gentum hevur tveir vinardystir móti Estlandi á heimavølli á skránni fyrst í september. Hóskvøldið 1. september kl. 18.00 taka genturnar móti Estlendingum í Hólmanum á Eiði, og leygardagin 3. september kl. 16.00 hittast liðini á Tórsvølli. Venjingardystirnir eru liður í fyrireikingunum hjá U19 landsliðnum til EM undankappingina, sum verður í Litava í november.

 

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur úttikið 20 spælarar, harímillum málverjan Jóhonnu Wang Jacobsen og verjuspælaran Báru Jansdóttir frá 07 Vestur, sum báðar eru nýggjar í landsliðshøpi.

 

Harumframt eru fleiri yngri leikarar, sum annars gera seg galdandi á U17 landsliðnum, eisini úttiknar til hesar báðar vinardystirnar.

 

Hópurin til dystirnar móti Estlandi sær soleiðis út:

 

Anna Katrina Mikkelsen, AaB

 

Kristina D. Gásdal, 07 Vestur

 

Jóhanna W. Jacobsen, 07 Vestur

 

Bára Jansdóttir, 07 Vestur

 

Lisa Haraldsen, 07 Vestur

 

Jasmin M. Darvishi, B36

 

Ester Ellingsgaard, B36

 

Marita Lisberg, EBS/Skála

 

Sarita Petersen, EBS/Skála

 

Noomi Hansen, EBS/Skála

 

Lea Tórarenni, HB

 

Astrid Mittfoss, HB

 

Malena Olsen, KÍ

 

Lóa Samuelsen, KÍ

 

Maria V. Johansen, KÍ

 

Jancy Mohr, KÍ

 

Jórun Najma Patawary, KÍ

 

Jonnhild Sondum, NSÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Gunnvá Lutzen, Vildbjerg

 

Malena Olsen úr KÍ er millum tær 20 útvaldu til vinardystirnar móti Estlandi í september - Mynd: Savnsmynd