Klokkan 16 í morgin spælir føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti móti Týsklandi í millumbólki 4 í HM-endaspælinum í Kroatia.
Týskland og Iran hava tvey stig, meðan Føroyar og Saudiarabia hava einki stig, tí mugu okkara menn vinna dystin fyri at hava ein møguleika at vinna seg í fjórðingsfinalurnar.
13 altjóða veddingarfyritøkur geva tó ikki okkara monnum nakrar serligar møguleikar at knógva Týsklandi.
Oddsini upp á ein týskan sigur liggja millum 1,22 og 1,30.
Oddsini upp á ein føroyskan sigur liggja millum 4,33 og 5,55.
HER eru oddsini:
##med2##