Føroyska U19-kvinnulandsliðið hevur lagt enn eitt gott avrik fyri dagin.
Føroysku U19-kvinnurnar hava júst vunnið 3-1 á Armenia í tí seinna dystinum í EM-undankappingarbólki 6 í B-deildini.
Í tí fyrra dystinum megnaðu føroysku kvinnurnar javnleik 1-1 móti turkisku vertunum.
Føroyar eru fremst í bólki 6 við fýra stigum, Turkaland hevur eitt stig og Armenia er aftast við ongum stigi. Um Turkaland ikki vinnur á Armenia ella vinnur við bara einum máli, ella ein 2-0 sigur vinna Føroyar bólkin.
Føroysku U19-kvinnurnar mugu tó bíða til týsdagin áðrenn tær vita um tær eru nummar eitt ella tvey í bólki 6. Turkaland og Armenia spæla klokkan 14 týsdagin.
Armenia legði seg á odda í dagsins dysti longu í fjórða minutti. Tá 58 minuttir vóru leiktir javnaði Anna Brændstrup til 1-1. Petra Hoydal legði upp til málið.
Anna Katrina Mikkelsen legði Føroyar á odda 2-1 við einum stútara, tá 77 minuttir vóru leiktir av dystinum. Hesaferð átti Lea Tórarenni Johannesen uppleggið til málið.
Fimm minuttir seinni økti Astrid Poula Mittfoss til 3-1 aftaná gott forarbeiðið hjá Sólju Ernstsdóttir.
Tey yngru kvinnulandsliðini avrika væl fyri tíðina. Fyri stuttum vann U17-landsliðið ein EM-undankappingarbólk á heimavølli við sigrum á Rumenia og Georgia.
A-landsliðið var móti sterkari grikskari mótstøðu á útivølli ikki langt frá at fáa eitt stig ígjár á í EM-undankappingardystinum á Kreta, men tað endaði tíverri við einum teprum 0-1 tapi.